Skip to content
Artwork for HMU Podcast

HMU Podcast

Heimamissiónsungdómur

Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

Play
  • 20 episodes
  • weekly
  • Avg 30 min
  • Faroese
  • #58
    June 28 · 24 min

    HMU Podcast #037 - Matteus kap. 11

    So eru vit komin til kapittul 11 í Matteusevangelinum. Her hoyra vit um Jóhannes Doyparan og tey ivamál, hann hevði, samstundis sum Jesus lærir um trúgv og hvíldina, sum finst hjá honum. Ein kapittul við bæði djúpum spurningum og stórari ugga. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Dann.

  • #56
    June 14 · 33 min

    HMU Podcast #035 - Matteus kap. 9

    So eru vit komin til kapittul 9 í Matteusevangelinum. Her heldur Jesus fram at gera undurverk, grøða sjúk og møta fólki við kærleika og miskunn. Vit síggja eisini, hvussu hann kallar Matteus at fylgja sær. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

  • #54
    May 31 · 29 min

    HMU Podcast #033 - Matteus kap. 7

    So eru vit komin til kapittul 7 í Matteusevangelinum. Her endar fjallaprædikan, har Jesus gevur fleiri týðandi lærur og avbjóðar fólk at byggja lív sítt á hansara orð. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

  • #53
    May 24 · 21 min

    HMU Podcast #032 - Matteus kap. 6

    So eru vit komin til kapittul 6 í Matteusevangelinum. Her heldur Jesus fram við fjallaprædikuni og lærir um bøn, trúgv og at líta á Gud í gerandisdegnum. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

  • #52
    May 17 · 34 min

    HMU Podcast #031 - Matteus kap. 5

    So eru vit komin til kapittul 5 í Matteusevangelinum. Hetta er eisini kapittulin, har fjallaprædikan byrjar. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

  • #51
    May 11 · 22 min

    HMU Podcast #030 - Matteus kap. 4

    So er tað kapittul 4 úr Matteusevangelinum – ein spennandi kapittul, har Jesus arbeiðir og ger undurverk. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

  • #50
    May 5 · 28 min

    HMU Podcast #029 - Matteus kap. 3

    So eru vit komin til kapittul 3 í Matteusevangelinum. Tað eru Bjarta og Sjúrður, sum eru vertir. Í kapittli 3 møta vit nevniliga Jóhannesi, einum ógvuliga serligum og spennandi persóni í Bíbliuni.

  • #49
    April 27 · 27 min

    HMU Podcast #028 - Matteus kap. 2

    Seinast var byrja uppá at gjøgnum ganga Matteus evnagelii, so nú er tað kappitul nummar 2. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.

  • #48
    April 20 · 22 min

    HMU Podcast #027 - Matteus kap. 1

    Vit hava valt at broyta formati hjá HMU Podcast eitt sindur. Vit fara nú í eina nýggja røð, har vit ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – eitt kapittul fyri hvønn part. Endamálið er at fara í dýpdina og skapa eitt samanhangandi yvirlit, har vit saman kunnu lesa, skilja og tosa um tekstin. Ein mega spennandi røð sum vit gleð okkum nógv til. Vertir í hesum fyrsta parti eru Bjarta og Sjúrður.

  • #47
    April 15 · 47 min

    HMU Podcast #026 - Bíbliuskúli í Eysturríki

    Eftir ein góðan páskasteðg eru vit aftur við einum nýggjum parti. Gestir hesa ferð eru Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen. Tær hava verið saman á einum bíbliuskúla í Eysturríki, og tær greiða frá sínum upplivingum har. Ein sera spennandi partur. Bjarta og Sjúrður eru vertir.

Showing 1–20 of 20 episodes